Til skótar og skótavinir í Havn
Hugsanardagsguðstænasta verður í Dómkirkjuni í Havn hóskvøldið 22. Februar kl. 18. Skótar í øllum aldursbólkum verða biðnir um at møta í skótabúna.
Fyrireikararnir
Á myndini sæst, nær úlvar og skótar møta í hesum skótaárinum.
Nýggir úlvar og skótar eru altíð vælkomin niðan tá fundur er. Eisini kunnu børn, ung og foreldur koma niðan í Skótahøllina, fyri at forvitnast hvat skótaarbeiði gongur út uppá og um hetta er nakað fyri tey.
Úlvar byrja Úlvaárið aftur hósdagin kl 17:30 til 19:00, allir úlvar møta tá. Hósdagin velja vit hvørjir dagar passa best at møtas restina va Úlvaárinum. Foreldur eru vælkomin við hósdagin, og nýggir úlvar eru vælkomnir við.
Í døgunum 22-30. july var stór lega hildin í Danmark, kalla Spejdernes lejr 2017, her luttóku um 37.000 skótar. 26 skótar og leiðarar úr SSB og SEP vóru eisini við á leguna. Ferðalagið hjá okkum fór tó úr Føroyum longu 17. july og vóru hesir eyka dagar nýttir at vitja vinarlið í Dianulund. Ein minningarrík og lærurík lega