Lítli reyði varði

Hvíta gøta

Samfelag

  1. Vitja sjúkrahús, politistøð, brannstøð ella líknandi.

  2. Kenna býráðs- ella bygdaráðsformannin og løgmannin.

  3. Vita hví vit kallast ílvaungar og kenna søguna um Mowgli.

Lilla gøta

Altjóðaskóting

  1. Hoyra um hvussu úlva- og skótarørslan er íkomin og síðan tekna eitthvørt av tí, sum tú hevur hoyrt.

  2. Hava verði uppi í onkrum tiltaki við øðrum skótaliði.

  3. Kenna skótahádagar so sum 22/2 (Thinking day) og 23/4 (St. Jørundsdag).

Reyða gøta

Sjálvbjargni

  1. Duga at flisa epli.

  2. Duga at seta plástur á sár og at halda sár reint.

  3. Feia og rudda upp eftir einum úlvafundi.


Grøna gøta

Náttúran

  1. Finna 3 skeljadjór og vita hvørji tey eru.

  2. Kenna 3 ymisk fiskasløg.

  3. Vera við í ruddingartiltaki í náttúruni.


Svarta gøta

Eygleiðing

  1. Greiða frá einum túri tú júst hevur gingið í haganum.

  2. Fylgja einum litaðum spori í náttúruni.

  3. Greiða frá eini søgu tú júst hevur hoyrt.


Gula gøta

Kunning

  1. Duga at skina á klokku.

  2. Kenna høvuðsættinar og kunna vísa tær í heimbygdini.

  3. Kenna heimoyggj tína og bygdinar rundan um heimbygd tína.


Bláa gøta

Búreising

  1. Duga rættan knút og lissuknút.

  2. Gera leiku so sum seglbátar og annað.

  3. Gera ein lítlan varða.


Brúna gøta

Útilív

  1. Smyrja matpakka at hava við á gongutúr.

  2. Fara gongutúr sum er minst 5 km.

  3. Gera snældubreyð og/ella steikjapylsur.