Lítli blái varði

Hvíta gøta

Samfelag

  1. Vita, hvussu ein úlvaflokkur er samansettur.

  2. Vita hvørjar uppgávur flokks- og deildarleiðarin hava.

  3. Kenna úlvabúnan og vita, hvar merkini skulu vera.


Lilla gøta

Altjóðaskóting

  1. Kenna Føroya Skótasamband

  2. Vita hvørjar aðrar skótasamskipanir eru í Føroyum

  3. Hava eitt altjóða tiltak.


Reyða gøta

Sjálvbjargni

  1. Duga ferðslureglunar og vita, hvat skal vera á eini súkklu.

  2. Vera við í eini boðrenning.

  3. Vita, hvat túr gert, tá tú hevur brent teg. Duga at binda um hond og fót við turriklæði.


Grøna gøta

Náttúran

  1. Kenna 5 føroyskar heiðafuglar.

  2. Finna 5 dømi uppá føði hjá heiðafugli.

  3. Kenna 3 súgdjór, sum liva í havinum.


Svarta gøta

Eygleiðing

  1. Í Kim-leiki minnast minst 7 av 10 lutum, tá tú hevur hugt í ein minutt.

  2. Á einum fundi látast at vera brekaður, so tú merkir, hvussu tað er.

  3. Gera eina ferðslukanning á einum staði, ávíst av leiðara, í minst ½ tíma.


Gula gøta

Kunning

  1. Kenna almennar stovnar so sum, posthús, sjúkrahús og onnur týdningarmikil støð.

  2. Fara ein gongutúr eftir varðum.

  3. Gera eitt sólur og vita hvørja ætt sólin stendur kl. 06.00, 12.00 og 18.00


Bláa gøta

Búresing

  1. Finna tilfar í náttúruni og gera ein prýðislut.

  2. Vera við at seta telt upp og pakka tað niður aftur.

  3. Gera ein bálstað og hava legubál.


Brúna gøta

Útilív

  1. Duga vanliga reingerð av køksamboðum og vita hví vit vaska hesi.

  2. Vita, hvat tú skalt gera fyri at varðveita náttúruna.

  3. Fara ein dagtúr.