Søg Blog
JOTT 2019

123png

Hey úlvar, skótar, birkibeinar, rovarir, leiðarir og foreldur!

 

Nú verður aftur árligi JOTT gongutúrurin, sum vit í SSB hava havt til siðvenju at ganga hesu síðstu árini.

Ætlanin er í ár at ganga út í Bø úr Kirkjubø. Um vón og veðurgudar vilja fara vit við bussleiðini úr Havn til Kirkjubøar og ganga úr Kirkjubø út í Bø. Hetta skuldi verið ein lættari túrur at ganga. Vit hava eisini onkran styttri túr at taka til um tað verður ov illfýsi í veðrinum.

Ætlandi fara vit Leygardagin 11/05-19 við leið 8 sum koyrir frá SMS kl. 09.52, so vit møta í Skótahøllini kl. 09.30, stundisliga. Tey sum ikki náa bussin kunnu møta okkum í Kirkjubø við kirkjuna kl. 10.20.

 

Sum nakað heilt nýtt er eisini ætlan um at vit taka ein gamlan skótatátt uppaftur. Fyrr var vanligt at skótar fríðkaðu um øki ymsastaðni í teirra nærumhvørvi, so tað fara vit at gera tá vit eru komin út í Bø, har vit hava sett okkum fyri at rudda í fjøruni.

 

Vit heita á allar úlvar, skótar, birkibeinar, rovarir, leiðarir og foreldur, ið koma við um at vera ílatin eftir veðrinum og at hava ein góðan matpakka og okkurt drekkandi við í ryggsekkinum, eisini er ráðiligt at taka arbeiðshandskar við.

 

Við skótakvøðu.

Leiðararnir.


Skótavinir hittast

Leygardagin 27. Apríl hittust yvir hálvthundrað gamlir skótar til ein hugnadag og kann ikki sigast at betur dagur varð valdur, tí veðrið var við hesum hópinum - um vit hyggja burtur frá mjørkanum á Oyggjarvegnum, ið gjørdi at ætlaði túrurin í fjøllunum var frágingin og tí fór leiðin til Kirkjubøar og haðani til gongu út í Bø.

Hesir skótarnir hittist í Skótahøllini seinnapartin, har høvi varð hjá fólki at hyggja seg um í Skótahøllini og økinum uttanum - flestu vóru á einum máli um at her sá út sum tað átti, tó við ymsum broytingum til tað betra.

Upprunaliga, verður sagt frá, at ætlanin varð at bussar skuldu standa niðri við hjá Bambus, men av tí at Hoydalsvegur og Niels Finsensgøta hava verið nærum uppgrivnir vegir í seinastuni, so bar hetta ikki til. Bussarnir bíðaðu gongulagnum yviri í R. C. Effersøesgøtu, beint við SMS, har teir síðan førdu hópin til Kirkjubøar.

Tá gingið varð út í Bø varð práta dúgliga millum gamlar og nýggjar skótavinir frættist og eisini vóru nakrar felagsmyndir tiknar.

Eftir gongutúrin varð síðan borðreitt í Skótahøllini við góðum mati, ið kokkurin Leif Sørensen hevði staðið fyri.

Vit leggja her nakrar myndir, ið Allan Brockie hevur tikið á túrinum.


57378645_2147853985334561_1397038851481927680_ojpg

57468051_2147854745334485_5645337500995026944_ojpg


59138351_2147857855334174_5997566527694438400_ojpg


59144767_2147856362000990_4864006817262338048_ojpg



59152999_2147854262001200_5064976853962326016_ojpg


59252930_2147854462001180_2649350121271066624_ojpg


59295181_2147855482001078_8502997006455668736_ojpg


59363228_2147855668667726_3224429401638699008_ojpg


59423548_2147855102001116_5450092436657274880_ojpg


59669908_2147856762000950_304975173738561536_ojpg


59758921_2147857135334246_2362878061780664320_ojpg
Heiðursløn frá Føroya Ungdómsráð

7. apríl 2018 fekk Høgni Jensen heiðursløn frá Føroya Ungdómsráð, fyri sítt sera stóra arbeiði innan skótarørsluna og fyri at flyta føroysku skótarørsluna framá.

SSB ynskir Høgna til lukku við henda uppiborna heiður


Við Tórði á túri við gulu skótunum í Havn

Skótafylki Sigmunds Brestissonar í Havn er elsta skótafelag í landinum. Eftir ein aldudal í nøkur ár, hava skótafeløgini aftur framgongd

Tey, sum samrøða er við í sendingini í dag, eru:
Roymer Lamhauge
Heðin Guttesen
Tummas Nicolái Arge
Dia á Lava
Jørgin Lützen
Jakobina Johannesen
Jóannes Rubeksen
Lars Jespersen
Jóhann Mortensen
Kristoffur Ósá
Jógvan
Eirikur Lützen


Hoyr sendingina her