Lítli hvíti varði

Hvíta gøta

Samfelag

  1. Kenna Merkið, litir og søgu

  2. Vísa gjøgnum spæl, hvussu tú kanst verða happaður.

  3. Vita hvussu kommunan verður stýrd.


Lilla gøta

Altjóða skóting

  1. Kenna alheims skótamerkini.

  2. Gera eitt uppslag um skótar úr ymsum londum.

  3. Kenna alheims skótateknini og fylgja eini slóð, tá hesi verða nýtt.


Reyða gøta

Sjálvbjargni

  1. Duga at fara um eld.

  2. Duga at nýta knív.

  3. Duga at steðga nasabløðing og senda boð eftir hjálp.


Grøna gøta

Náttúran

  1. Kenna 5 føroyskar plantur.

  2. Kenna 3 føroysk grótsløg.

  3. Finna nøkur dømi uppá dálking á sjógvi og landi.


Svarta gøta

Eygleiðing

  1. Lýsa ein persón, ið tú hevur sæð eina løtu.

  2. Kenna 6 av 8 lutum aftur í hoyri og føli Kim-leiki.

  3. Gera ein verðurhana og finna út av, hvør ættin er.


Gula gøta

Kunning

  1. Kenna nøvnini á umhvørvinum kring bygdina (staðarnøvn og nøvn á fjøllum).

  2. Duga ættinar (høvuðs- og 1/4 ættirnar).

  3. Kenna eitt sindur til kumpass.


Bláa gøta

Búreising

  1. Við deildini leggja løgarsteinar í eina á.

  2. Læra japanska krosssurring og gera ein fót til bóltkast.

  3. Duga áttatalsknút og stavnabregd.


Brúna gøta

Útilív

  1. Vita, hvat ein skal hava við á eina vikuskiftislegu. (Pakka ryggsekk)

  2. Luttaka á eina vikuskiftislegu.

  3. Vísa á einum túri, at tú dugir persónligt reinføri.