JOTT 2019

123png

Hey úlvar, skótar, birkibeinar, rovarir, leiðarir og foreldur!

 

Nú verður aftur árligi JOTT gongutúrurin, sum vit í SSB hava havt til siðvenju at ganga hesu síðstu árini.

Ætlanin er í ár at ganga út í Bø úr Kirkjubø. Um vón og veðurgudar vilja fara vit við bussleiðini úr Havn til Kirkjubøar og ganga úr Kirkjubø út í Bø. Hetta skuldi verið ein lættari túrur at ganga. Vit hava eisini onkran styttri túr at taka til um tað verður ov illfýsi í veðrinum.

Ætlandi fara vit Leygardagin 11/05-19 við leið 8 sum koyrir frá SMS kl. 09.52, so vit møta í Skótahøllini kl. 09.30, stundisliga. Tey sum ikki náa bussin kunnu møta okkum í Kirkjubø við kirkjuna kl. 10.20.

 

Sum nakað heilt nýtt er eisini ætlan um at vit taka ein gamlan skótatátt uppaftur. Fyrr var vanligt at skótar fríðkaðu um øki ymsastaðni í teirra nærumhvørvi, so tað fara vit at gera tá vit eru komin út í Bø, har vit hava sett okkum fyri at rudda í fjøruni.

 

Vit heita á allar úlvar, skótar, birkibeinar, rovarir, leiðarir og foreldur, ið koma við um at vera ílatin eftir veðrinum og at hava ein góðan matpakka og okkurt drekkandi við í ryggsekkinum, eisini er ráðiligt at taka arbeiðshandskar við.

 

Við skótakvøðu.

Leiðararnir.