Søg Blog
Úlvalega við Leynavatn

Mikukvøldið í síðstu viku fingu úlvarnir innbjóðing til ársins fyrstu úlvalegu. Summir av úlvunum vóru ikki møttir og tí leggja vit innbjóðingina út her á síðuna.
24 tma lega Leynavatnpng
Eisini er hent at hava ein pakkilista - hesin kann væl nýtast sum íblástur.


pakkilistipng
Eitt nýtt skótaár er byrjað

Hey úlvar, skótar og birkibeinar!

Nú er summarsteðgurin farin afturum og skótavirksemi kyknar aftur í Skótahøllini við Havnará.
Vónandi hava tit havt eitt gott summar við alskyns upplivingum og vit gleðast at síggja tykkum aftur.

Soleiðis møta vit í komandi skótaári:

úlvar møta mikudagar frá kl. 17.00-18.30

skótar møta týskvøld og mikukvøld frá kl. 19.00-21.00

birkibeinar møta hóskvøld frá kl. 19.00-21.00

rovarir møta eftir egnari fyriskipan.

Síðsti úlvafundur hetta skótaárið 12. Juni.

lvur - Copypng

Hey úlvar!

Vit eru komin so tætt at summarinum og skúlarnir fara skjótt í summarfrí. Tað merkir at úlvarnir eisini fara í summarfrí. Vanliga siga vit at skótaárið byrjar eina viku eftir skúlarnir byrja og næstan tað sama siga vit um nær skóta árið endar, eina viku áðrenn skúlarnir.

Á hesum síðsta fundi í ár, so fara vit at grilla, pylsur og pylsubreyð og so eisini úlvaburgarar. Eisini verða dugnatekin (búreising og báturin) og royndir handaðar teimum úlvum, ið hava vunnið sær hesi merkir.

Vit byrja aftur eftir summarsteðgin uml. eina viku aftaná skúlarnir byrja aftur.

vit síggjast :)

Leiðararnir.

Úlvafundur undir Bryggjubakka 5. Juni 2019

Hey úlvar og foreldur

Nú er summarsteðgurin í nánd, bara tveir úlvafundir eru eftir í hesum skótaárinum.

Fyri at tríva í ein gamlan tátt hjá úlvaliðnum hjá SSB er ætlanin at fara í bátin hjá skótaliðnum á fundinum 5. juni. Tí fara vit at biðja úlvarnar um at møta kl. 16.30 undir Bryggjubakka, við neysti har Sigmundur Brestisson (báturin) stendur (sí annars mynd fyri vegleiðing). Fundurin endar sum vant kl. 18.00, tó so skulu vit viðmerkja at vit verða úti allan fundin, so úlvarnir mugu verða ílatnir eftir veðrinum og vit verða ikki uppi í Skótahøllini.

Vit fara ein lítlan túr við bátinum í bátahylinum, men vit fara at læra eitt sindur um bátin og trygd umborð áðrenn vit fara umborð. Skótaliðið eigur eisini bjargingarvestar og eingin fer í bátin uttan ein bjargingarvest. Vónandi fáa vit ein hugnaligan fund undir Bryggjubakka og minnist til at vit møta ikki í Skótahøllini til úlvafund mikudagin 5. Juni, men við neysti hjá Sigmundi.

Síðsti fundur áðrenn summarsteðgin verður 12. Juni og tá møta vit í Skótahøllini. Hesin fundur verður ein hugnafundur við báli og tí sum hartil hoyrir.





Við skótakvøðu
Leiðararnir.

Untitledpng
JOTT 2019

123png

Hey úlvar, skótar, birkibeinar, rovarir, leiðarir og foreldur!

 

Nú verður aftur árligi JOTT gongutúrurin, sum vit í SSB hava havt til siðvenju at ganga hesu síðstu árini.

Ætlanin er í ár at ganga út í Bø úr Kirkjubø. Um vón og veðurgudar vilja fara vit við bussleiðini úr Havn til Kirkjubøar og ganga úr Kirkjubø út í Bø. Hetta skuldi verið ein lættari túrur at ganga. Vit hava eisini onkran styttri túr at taka til um tað verður ov illfýsi í veðrinum.

Ætlandi fara vit Leygardagin 11/05-19 við leið 8 sum koyrir frá SMS kl. 09.52, so vit møta í Skótahøllini kl. 09.30, stundisliga. Tey sum ikki náa bussin kunnu møta okkum í Kirkjubø við kirkjuna kl. 10.20.

 

Sum nakað heilt nýtt er eisini ætlan um at vit taka ein gamlan skótatátt uppaftur. Fyrr var vanligt at skótar fríðkaðu um øki ymsastaðni í teirra nærumhvørvi, so tað fara vit at gera tá vit eru komin út í Bø, har vit hava sett okkum fyri at rudda í fjøruni.

 

Vit heita á allar úlvar, skótar, birkibeinar, rovarir, leiðarir og foreldur, ið koma við um at vera ílatin eftir veðrinum og at hava ein góðan matpakka og okkurt drekkandi við í ryggsekkinum, eisini er ráðiligt at taka arbeiðshandskar við.

 

Við skótakvøðu.

Leiðararnir.