Samfelag
Vita, hvussu ein úlvaflokkur er samansettur.
Vita hvørjar uppgávur flokks- og deildarleiðarin hava.
Kenna úlvabúnan og vita, hvar merkini skulu vera.
Altjóðaskóting
Kenna Føroya Skótasamband
Vita hvørjar aðrar skótasamskipanir eru í Føroyum
Hava eitt altjóða tiltak.
Sjálvbjargni
Duga ferðslureglunar og vita, hvat skal vera á eini súkklu.
Vera við í eini boðrenning.
Vita, hvat túr gert, tá tú hevur brent teg. Duga at binda um hond og fót við turriklæði.
Náttúran
Kenna 5 føroyskar heiðafuglar.
Finna 5 dømi uppá føði hjá heiðafugli.
Kenna 3 súgdjór, sum liva í havinum.
Eygleiðing
Í Kim-leiki minnast minst 7 av 10 lutum, tá tú hevur hugt í ein minutt.
Á einum fundi látast at vera brekaður, so tú merkir, hvussu tað er.
Gera eina ferðslukanning á einum staði, ávíst av leiðara, í minst ½ tíma.
Kunning
Kenna almennar stovnar so sum, posthús, sjúkrahús og onnur týdningarmikil støð.
Fara ein gongutúr eftir varðum.
Gera eitt sólur og vita hvørja ætt sólin stendur kl. 06.00, 12.00 og 18.00
Búresing
Finna tilfar í náttúruni og gera ein prýðislut.
Vera við at seta telt upp og pakka tað niður aftur.
Gera ein bálstað og hava legubál.
Útilív
Duga vanliga reingerð av køksamboðum og vita hví vit vaska hesi.
Vita, hvat tú skalt gera fyri at varðveita náttúruna.
Fara ein dagtúr.