Úlvaroyndin
1. Tá tú hevur verið úlvur
eina tíð, kann tú taka úlvaroyndina.
2. Duga úlvalógina,
úlvalyftið og úlvarópið (loysunarorðið).
3. Duga úlvaheilsanina og
vita hvat hon tíðir.
4. Kenna úlvaleiðarnar
fyri úlvaliðið, og vita hvar teir búgva.
5. Duga at rudda og at
pakka soviposa saman.
6. Kenna fimm vanligar
plantur sum vaksa í Føroyum.
7. Kenna og duga at fylgja
altjóða skótateknunum,
8. Í kimsleiki minnast 10
av 16 tingum aftaná 1 minutt.
9. Duga at skyna á
klokku, (¼,
¾
og annað)
10. Duga
hesar knútar: Rættan-knút, flagg-knút og áttatals-knút.
11. Duga
at smyrja ein matpakka, at hava við á einum gongutúri.