Foreldraráðið
Foreldraráðið er manna soleiðis:
Tórður Mørkere - Formaður
Joana V. Bjarnastein - Kassameistari
Vár Egholm
Unn Lutzen
Mette L. Nøhr
§ 5. FORELDRARÁÐIÐ
stk. 1 Foreldraráðið hevur 4 til 6 limir, og skipar seg sjálvt eftir
foreldrafundin við formanni, kassameistara til fylkið og skrivara.
Foreldraráðið heldur fund so ofta sum formaðurin heldur hetta vera neyðugt,
ella um so er, at 2 foreldraráðslimir krevja hetta. Foreldraráðsfundir verða
innkallaðir við í minsta lagi 2 daga freist.
Foreldraráðið førir gerðabók yvir fundirnar, og verður gerðabókin undirskriva
av øllum foreldraráðslimunum. Gerðabókin verður førd av skrivaranum.
stk. 2 Foreldraráðið hevur fíggjarligu ábyrgdina av fylkinum.
Foreldraráðið skal saman við fylkisstjóranum røkja sambandið við
myndugleikar. Annars skulu foreldraráðsumboðini hjálpa til við innsavnan av
peningi og aðra hjálp í fylkinum, og um neyðugt kann foreldraráðið tilkalla
onnur foreldur til hetta arbeiði.
Skriva beinleiðis til foreldraráðið niðanfyri ...