
Skótaarbeiði er skipa í patruljum. Hvør patrulja hevur 4-8 skótar i aldrinum 10-16 ár.
Virksemi í patruljunar fevnir vítt og oftani er bert hugflogið hjá skótunum, ið setir markið.
Dømir á virksemi kunnu nevnast:
Búreising - Pionering, tjaldreisan, bálkyndan,
knútar og togverk
Sjálvbjargni - Neyðhjálp og matgerð
Eygleiðing - Kimsleikur, detektivuppgávur og skitsutekning
Náttúrulæra - Læra um djór, plantur, grót og sporing
Eisini eiga skótarnir ein føroyskan árabát og klintriútgerð.


Patruljufundir
Hjá skótunum avgera patruljunar hvønn dag tær hava fund.
Skótapatruljur møta soleiðis:
Týsdag kl. 19:00 – 21:00
Lógvin, Spógvin og Tjaldrið
Mikudag kl. 19:00 - 21:00
Ravnur, og Súlan
Liðfundir
Skótanir skipa sjálvir fyri patruljufundinar. Síðsta týsdag í hvørjum mánað
er liðfundur, tá møta allir skótar til felags fund, sum leiðarnir skipa fyri.
Skráin umfatar sum oftast, onkrar felags venjingar og ymiskar stuttleika
kappingar
Liðfundurin er kl. 19.00 – 21.00