lvar2jpg
Úlvar eru skótar, ið ganga í 1. - 4. flokk.

Hjá úlvunum, venja vit okkum at gerast skótar. Hetta gera vit á okkara vanligu fundum, legum og tiltøkum.

Venjingarskipanin hjá okkum verður kallað Lítli varði, og eru fýra ymiskir varðar, ein fyri hvørt árið sum úlvur.
Tá vit taka varðan, so ganga vit nakrar gøtur, tað vil siga at hvør gøta er eitt evni, ið fyllir ein fund ella fleiri.
Hvør gøta nemur við hvør sítt øki, innanfyri skótavirksemi.

gturJPG

Úlvaflokkurin hevur fund hvønn týsdag kl. 17:30 - 18:45 í Skótahøllini við Havnará.



Úlvalógin:
1. Ein úlvur lurtar eftir tí gamla úlvinum.
2. Ein úlvur tolir alt.

Úlvalyfti:
Eg lovi at gera mítt besta
fyri altíð at halda úlvalógina,
og hvønn dag gera eitthvørt,
ið hjálpir ella gleðir ein annan.

Loysanarorð: “Ger títt besta”