Nýggj heimasíða

So er nýggja heimasíðan hjá SSB leysgivin. Enn er alt innihaldi ikki komi uppá pláss, men vónandi kemur hetta so líðandi komandi tíðina.
Umframt at brúka síðuna sum kunning, ferð depotsølan framyvir eisini at fyriganga her á síðuni. Hetta er beinleiðis avleiðing av innbrotinum sum var í summar, og við at hava depostsøluna her á netinum, verður depoti pengaleyst.
Um tit sakna okkurt her á síðuni, so skulu tit verða vælkomin at senda teldupost til ssb@ssb.fo