Skótavinir hittast

Leygardagin 27. Apríl hittust yvir hálvthundrað gamlir skótar til ein hugnadag og kann ikki sigast at betur dagur varð valdur, tí veðrið var við hesum hópinum - um vit hyggja burtur frá mjørkanum á Oyggjarvegnum, ið gjørdi at ætlaði túrurin í fjøllunum var frágingin og tí fór leiðin til Kirkjubøar og haðani til gongu út í Bø.

Hesir skótarnir hittist í Skótahøllini seinnapartin, har høvi varð hjá fólki at hyggja seg um í Skótahøllini og økinum uttanum - flestu vóru á einum máli um at her sá út sum tað átti, tó við ymsum broytingum til tað betra.

Upprunaliga, verður sagt frá, at ætlanin varð at bussar skuldu standa niðri við hjá Bambus, men av tí at Hoydalsvegur og Niels Finsensgøta hava verið nærum uppgrivnir vegir í seinastuni, so bar hetta ikki til. Bussarnir bíðaðu gongulagnum yviri í R. C. Effersøesgøtu, beint við SMS, har teir síðan førdu hópin til Kirkjubøar.

Tá gingið varð út í Bø varð práta dúgliga millum gamlar og nýggjar skótavinir frættist og eisini vóru nakrar felagsmyndir tiknar.

Eftir gongutúrin varð síðan borðreitt í Skótahøllini við góðum mati, ið kokkurin Leif Sørensen hevði staðið fyri.

Vit leggja her nakrar myndir, ið Allan Brockie hevur tikið á túrinum.


57378645_2147853985334561_1397038851481927680_ojpg

57468051_2147854745334485_5645337500995026944_ojpg


59138351_2147857855334174_5997566527694438400_ojpg


59144767_2147856362000990_4864006817262338048_ojpg



59152999_2147854262001200_5064976853962326016_ojpg


59252930_2147854462001180_2649350121271066624_ojpg


59295181_2147855482001078_8502997006455668736_ojpg


59363228_2147855668667726_3224429401638699008_ojpg


59423548_2147855102001116_5450092436657274880_ojpg


59669908_2147856762000950_304975173738561536_ojpg


59758921_2147857135334246_2362878061780664320_ojpg