Handilstreytir & Persónsdatapolitikkur

 Handilstreytir fyri keyp á ssb.fo 


Prísir

Prísir eru í føroyskum krónum (DKK). Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum. 


Gjald

Øll keyp, ið vera gjørdar umvegis heimasíðuna hjá ssb.fo skulu gjaldast við gjaldskorti, har upplýsingarnar um gjaldskortið skulu latast, tá tú bíleggur frá okkum.

 Gjaldast kann við Dankort/Visa-Dankort. Samlaða upphæddin verður tikin av kontuni beinanvegin. Vøran kann síðani avheintast í skótahøllini á næsta fundi.

 Tá goldið er, fært tú sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini umvegis teldupostadressuna, ið tú hevur skrásett í sambandi við keypið. Vøran verður útflýggja við at vísa hesa váttan.


 Reklamatión og afturbering

Um vøran ikki er í lagi, kann hon latast inn aftur ella býtast um í skótahøllini.

Búnar sum eru í góðum standi kunnu latast inn aftur fyri 100,-. SSB avger um búnin er í góðum standi.

 Samband

Til ber at seta seg í samband við okkum:

Skótafylki Sigmunds Brestissonar,

Skótahøllin við Havnará,

Postboks 3082,

100 Tórshavn

Teldupostur: ssb@ssb.fo

V-tal: 426679

 

Persónsdatapolitikkur

Upplýsingar, sum verða skrásettar á www.ssb.fo, verða ikki seldar ella latnar triðjamanni og vit skráseta ikki persónsviðkæmar upplýsingar.

 Tá bílagt verður, er neyðugt at skráseta navn og teldupost fyri at kunna gjøgnumføra keypið.

Annars verður galdandi lóggáva hildin.

 Um ivamál eru um persónsupplýsingarpolitikkin, kunnu hesi sendast ssb@ssb.fo.