Viðtøkur

Viðtøkur

VIÐTØKUR FYRI SSB

§ 1. NAVN

stk. 1 Navn felagsins er Skótafylki Sigmunds Brestissonar, og verður stytt SSB.

stk. 2 Skótafylki Sigmunds Brestissonar hevur heimstað í Tórshavn. Fundir verða vanliga hildnir í Skótahøllini við Havnará.

§ 2. ENDAMÁL

Endamál fylkisins er gjøgnum skótaarbeiði at menna børn og ung kropsliga, andliga, mentanarliga og sosialt sum einstaklingar og sum ábyrgdarfullar samfelagsborgarar í Føroyum eins og í altjóða samfelagnum.

§ 3. ÁBYRGDIR OG MYNDUGLEIKI

stk. 1 Hægsti myndugleiki Skótafylki Sigmunds Brestissonar er stabsfundurin.

stk. 2 Fylkisstjórin umboðar fylkið úteftir í dagligum viðurskiftum. Hann fyriskipar fylkisarbeiðið og samskipar liðarbeiðið. Fylkisstjórin kallar til stabsfund, og hann er fastur orðstýrari.

Fylkisstjórin hevur við teimum undantøkum, sum eru í hesum viðtøkum, vanligan avgerðarrætt ímillum stabsfundirnar, tó við ábyrgd mótvegis stabsfundinum og foreldraráðnum.

Fylkisstjórin skal syrgja fyri, at øll í fylkinum røkja sínar skyldur. Saman við foreldraráðsumboðunum tekur hann sær av samskiftinum við myndugleikarnar.

Fylkisstjórin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum av Skótahøllini, og hann stendur fyri øllum samskifti í samband við møguliga útleigan av høllini.

stk. 3 Varafylkisstjórin er næsti maður fylkisstjórans, og hjálpir fylkisstjóranum, tá tørvur er á hesum. Varafylkisstjórin tekur við sum fylkisstjóri, tá fylkisstjórin er burturstaddur ella á annan hátt hevur forfall, og hevur ábyrgd fyri at limalistar verða dagførdir.

stk. 4 Fylksiskrivarin hevur ábyrgd av at føra gerðabók fyri stabs-, valstabs-, leiðara- og foreldrafund.

stk. 5 Rovarastjórin er liðleiðari fyri rovara- og birkibeinaflokkin.
Hann skal eisini arbeiða fyri, at rovarar verða til mest møguliga nyttu sum instruktørar, dómarar o.t. innan fyri fylkið og fylkisarbeiðið.

stk. 6 Liðleiðarin leggur skrá fyri arbeiðið í liði sínum í samráð við fylkisstjóran og hjálparfólk sítt. Liðleiðarin skipar fyri liðfundum, legum, gongutúrum, førarafundum o.a. og hevur ábyrgdina fyri dagliga arbeiðinum í liðnum. Liðleiðarin hevur, við ábyrgd mótvegis fylkisstjóra, avgerðarrætt í samband við dagligar spurningar viðvíkjandi tí, sum fer fram í liðinum.

stk. 7 Hjálparleiðari er hjálpari liðleiðarans og hjálpir t.d. patruljuføraranum við at leggja patruljufundir til rættis.

stk. 8 Patruljuførarin skipar fyri patruljufundum, og hann er hægsti mynduleiki fyri patruljuna, tó við ábyrgd mótvegis liðleiðaranum. Er kontaktpersónurin í patruljuni.

stk. 9 Korporalur er varamaður hjá patruljuføraranum, og hann traðkar til, tá patruljuførarin er burturstaddur ella á annan hátt hevur forfall.

stk. 10 Depotstjórin stendur fyri sølu av vørum úr depotinum, og útvegar vørur, tá tørvur er á tí. Depotstjórin skal føra depotroknskapin, sum skal vera partur av roknskapinum hjá fylkinum, og hevur ábyrgd mótvegis kassameistaranum.

stk. 11 Kassameistarin hevur ábyrgd fyri at roknskapur verður gjørdur, og stendur fyri øllum bókhaldi. Kassameistarin skal leggja fram frágreiðing fyri stabsfundin um fíggjarligu gongdina, hetta eftir tørvi men ikki minni enn 4 ferðir um árið.
Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan ársroknskap á stabsfundi og hereftir á árliga foreldrafundinum til góðkenningar.

§ 4. FORELDRAFUNDURIN

stk. 1 Foreldrafundur verður hildin á hvørjum ári tá skótaárið byrjar, og í seinasta lagi við endan á september. Á fundinum luttaka foreldur hjá børnum og ungum, sum eru við í felagsarbeiðinum. Foreldur, sum møta á fundinum, hava atkvøðurætt.

stk. 2 Foreldrafundurin verður innkallaður av foreldraráðsformanninum við skrivi til foreldrini við tilskilan av tíð og stað fyri fundin, og hvør dagsskráin er. Foreldrafundurin verður innkallaður við í minsta lagi 8 daga freist.

stk. 3 Skráin fyri foreldrafundin er hendan:

1. Foreldraráðsformaðurin bjóðar vælkomin
2. Frágreiðing frá fylkisstjóra
3. Granskoðaður roknskapur lagdur fram til góðkenningar
4. Val av foreldraráðsumboðum
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt

stk. 4 Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi 5 foreldur eru møtt til fundin. Eru færri møtt verður innkalla til nýggjan fund samsvarandi stk. 3, og er fundurin tá viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógv eru møtt til nýggja fundin.

Allar avgerðir á foreldrafundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta uttan so, at hesar viðtøkur hava aðra áseting.

Fylkisskrivarin førir gerðabók fyri foreldrafundirnar, og førir fundarfrágreiðingina inn í gerðabókina hjá fylkinum.

§ 5. FORELDRARÁÐIÐ

stk. 1 Foreldraráðið hevur 4 til 6 limir, og skipar seg sjálvt eftir foreldrafundin við formanni, kassameistara til fylkið og skrivara.

Foreldraráðið heldur fund so ofta sum formaðurin heldur hetta vera neyðugt, ella um so er, at 2 foreldraráðslimir krevja hetta. Foreldraráðsfundir verða innkallaðir við í minsta lagi 2 daga freist.
Foreldraráðið førir gerðabók yvir fundirnar, og verður gerðabókin undirskriva av øllum foreldraráðslimunum. Gerðabókin verður førd av skrivaranum.

stk. 2 Foreldraráðið hevur fíggjarligu ábyrgdina av fylkinum.

Foreldraráðið skal saman við fylkisstjóranum røkja sambandið við myndugleikar. Annars skulu foreldraráðsumboðini hjálpa til við innsavnan av peningi og aðra hjálp í fylkinum, og um neyðugt kann foreldraráðið tilkalla onnur foreldur til hetta arbeiði.

§ 6. VALSTABSFUNDUR

stk. 1 Valstabsfundur er í juni mánaði. Á fundinum luttekur staburin. Fundarluttakararnir hava eina atkvøðu í part.

stk. 2 Fylkisstjórin kallar inn skrivliga til fundin við í minsta lagi 8 daga freist við tilskilan av tíð og stað fyri fundin, og hvør dagsskráin er. Foreldraráðsformaðurin er orðstýrari á fundinum.
Tey sum verða vald í álitisstarv á valstabsfundi verða vald fyri eitt ár í senn. Afturval kann fara fram.

stk. 3 a) Valstabsfundurin velur fylkisstjóran, ið skal vera fyltur 18 ár, og eftir innstilling frá fylkisstjóranum varafylkisstjóran og fylkisskrivaran. Fylkisstjórin innstillar liðleiðarar fyri úlvar og skótar, sum skulu góðkennast av foreldraráðnum.
b) Harumframt velur valstabsfundur depotstjóra, útgerðarnevnd og húsaútleigara. Um møgulig størv fylga við onkrari reglugerð vera tey eisini sett á valstabsfundinum, uttan so at reglugerðin sigur annað.

stk. 4 Liðleiðararnir seta sum skjótast eftir valstabsfundin sínar hjálpaleiðarar, sum skulu góðkennast á stabsfundi.

stk.5 Rovarastjórin verður valdur av rovaraflokkinum og góðkendur á stabsfundi.

stk.6 Tey ið hava góðkent tey ymisku størvini, kunnu eisini loysa úr starvi, tann sum ikki er egnaður ella ynskir at verða loystur úr starvi.

stk. 7 Valstabsfundur er viðtøkuførur um so er, at helvtin av foreldraráðslimunum og helvtin av liðleiðarunum eru møttir. Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður innkallað til nýggjan valstabsfund við í minsta lagi 8 daga freist eftir somu reglum sum nevndar eru í § 6. stk.2, og er fundurin tá viðtøkuførur uttan mun til hvussu nógv umboð eru møtt.

§ 7. STABSFUNDUR

stk. 1 Hægsti myndugleiki Skótafylki Sigmunds Brestissonar er stabsfundurin.

stk. 2 Stabsfundur er vanliga fyrsta sunnudag í mánaðinum. Fylkisstjórin boðar til stabsfund. Fráboðanin skal saman við fundarskrá sendast skrivliga til stabin í seinasta lagi fimm dagar áðrenn stabsfundin.

stk. 3 Hesi hava rætt at møta á stabsfundi:

Fylkisstjórin
Varafylkisstjórin
Fylkisskrivarin
Rovarastjórin ella varaumboð
Liðleiðarar ella varaumboð
Foreldraráðsumboðini

Santa Jørunds Gildi hevur rætt til at hava ein eygleiðara á fundinum.

 

stk. 4 Skráin fyri stabsfundin er hendan:

1. Frásøgn frá seinasta stabsfundi.
2. Frágreiðing frá liðunum, rovarum, og foreldraráðnum.
3. Uppgávur frá seinast, hvørji mál eru nádd og ikki.
4. Fíggjarstøðan hjá SSB
5. Innkomin mál.
6. Ymiskt.

Einans mál, sum eru á dagsskránni kunnu verða viðgjørd á stabsfundinum. Fundarlutakararnir hava rætt til skrivliga at seta mál á dagsskránna og skulu hesi uppskot verða fylkisstjóranum í henda í seinasta lagi 8 dagar fyri stabsfundin. Møgulig uppskot til fundin skulu sendast til fundarlutakararnar skrivliga saman við fráboðanini til stabsfundin.

stk. 5 Stabsfundurin er viðtøkuførir, um hann er lógliga fráboðaður. Mál til viðgerðar á stabsfundi verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at hesar viðtøkur krevja serligan meiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum er uppskotið fallið. Avkvøðugreiðsla fer fram munnliga, men um ein fundarlutakari krevur skrivliga atkvøðugreiðslu skal hetta eftirlíkast honum.

stk. 6 Stabsfundurin hevur heimild til at gera reglugerðir fyri virksemi felagsins, herundir reglur um hvussu felagsarbeiði nærri verður lagt til rættis. Reglugerðin kann somuleiðis umfata reglur um, hvussu patruljan verður skipað, og hvussu skótaarbeiðið skal útinnast og leggjast til rættis. Reglugerðir mugu ikki vera í stríð við viðtøkurnar.

§ 8. FÍGGJARVIÐURSKIFTI

stk. 1 Skótafylki Sigmunds Brestissonar má ikki uttan góðkenning frá bæði foreldraráðnum og stabsfundinum seta seg í fíggjarliga skuld, herundir upptaka lán, keypa, selja ella veðseta ognir.

stk. 2 Roknskaparárið er kalendarárið, og roknskapur fylkisins skal vera sendur til grannskoðara fylkisins innan ein mánað eftir at roknskaparárið er liðugt.

stk. 3 Til tess at binda fylkið fíggjarliga, krevst undirskrivt á viðkomandi skjøl av kassameistaranum, foreldraráðsformanninum og fylkisstjóranum.

stk. 4 Tá ið keypt verður uppá fylkisins rokning, skal hettar samtykast á stabsfundi. Verður neyðugt at keypa millum stabsfundirnar skal fylkisstjórin og kassameistarin góðkenna keypið áðrenn tað verður framt.

stk. 5 Fastar rokningar og rakstur av skótaarbeiðinum kann fara fram uttan at skula fáa góðkenning frá kassameistarnum. Hetta skal tó ikki fara upp um eina upphædd, sum er avtalað á stabsfundi.

§ 9. VIÐTØKUBROYTINGAR

stk. 1 Broytingar í hesum viðtøkum kunnu fara fram, tá ið 2/3 í minstalagi á stabsfundinum og meirilutin av foreldraráðnum eru fyri hesum.
Trý eintøkum av viðtøkunum verða undirskrivaðar av øllum fundarlutakarunum. Fylkisstjórin, foreldraráðsformaðurin og kassameistarin fáa hvør sítt eintak til varðveitslu.
Uppskot til viðtøkubroytingar skulu setast fram skrivliga og skulu verða stabinum í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri viðkomandi stabsfund.

stk. 2 Broytingar í reglugerðum hjá SSB kunnu fara fram, tá í minsta lagi 2/3 á stabsfundinum eru fyri hesum, sí § 7 stk. 6.
Reglugerðin verður undirskriva í 2 eintøkum av fylkisstjóra og foreldraráðsformanninum.


§ 10. AVTØKA

Til avtøku av fylkinum krevst samtykki frá foreldraráðnum og stabsfundinum. Um Skótafylki Sigmunds Brestissonar verður avtikið, fella ognirnar hjá fylkinum til Santa Jørunds Gildi í Tórshavn ella til eitthvørt vælgerandi endamál eftir nærri avgerð av teimum sum vara av fylkinum.

§ 11. GILDI

Hesar viðtøkur eru samtyktar á á stabsfundi tann 07. desembur 2003, og við hesum eru allar eldri viðtøkur settar úr gildi.

Høgni Jensen (sign.)
fylkisstjóri

Suni Petersen (sign.)
foreldraráðsformaður

Dia Arge (sign.)
varafylkisstjóri

Jónveig Arge (sign.)
foreldraráðsumboð

Hildur Arge (sign.)
fylkisskrivari

Helle T. Johansen (sign.)
foreldraráðsumboð

Høgni Poulsen (sign.)
rovari

Pauli Petersen (sign.)
hjálpaleiðari

Jón Festirstein (sign.)
hjálpaleiðari

 Tummas Nicolái Arge (sign.)
hjálpaleiðari

Heðin Guttesen (sign.)
hjálpaleiðari

 Steinar Patursson (sign.)
hjálpaleiðari

Óluva Sigvardsen (sign.)
kassameistari