sktar9jpg

Skótaarbeiði er skipa í patruljum. Hvør patrulja hevur 4-8 skótar i aldrinum 10-16 ár.


Virksemi í patruljunar fevnir vítt og oftani er bert hugflogið hjá skótunum, ið setir markið. 

Dømir á virksemi kunnu nevnast:

Búreising - Pionering, tjaldreisan, bálkyndan, knútar og togverk

Sjálvbjargni - Neyðhjálp og matgerð

Eygleiðing - Kimsleikur, detektivuppgávur og skitsutekning

Náttúrulæra - Læra um djór, plantur, grót og sporing

Eisini eiga skótarnir ein føroyskan árabát og klintriútgerð.

img_5493jpgimg_5741jpg

Patruljufundir
Hjá skótunum avgera patruljunar hvønn dag tær hava fund.
Skótapatruljur møta soleiðis:
  

Týsdag kl. 19:00 – 21:00         

   Lógvin, Spógvin og Hiplingur               

Mikudag kl. 19:00 - 21:00

  Heykur, Smyril og Súlan

Hósdag kl. 19:00 - 21:00

  Snípan               


Liðfundir
Skótanir skipa sjálvir fyri patruljufundinar. Síðsta týsdag í hvørjum mánað
er liðfundur, tá møta allir skótar til felags fund, sum leiðarnir skipa fyri.
Skráin umfatar sum oftast, onkrar felags venjingar og ymiskar stuttleika
kappingar
Liðfundurin er kl. 19.00 – 21.00